EYÐVØR
KLAKSTEIN

BSc í sálarfrøði og MSc í ítróttar- og rørslusálarfrøði

Skeiðsyvirlit

No Data Available in this Section
No Data Available in this Section

SMART hátturin​

Við árslok eru tað mong, ið nýta høvið at eftirmeta árið, sum fór, og at seta sær nýggj mál. SMART er ein nógv brúktur háttur at seta sær effektiv mál og umfatar fimm partar.

S – Specific / Ítøkilig

Málið má vera ítøkiligt og týðiliga lýst, so tú veitst, hvat krevst fyri at náa málinum.

M – Measurable/ Kann mátast

Málið skal helst kunna mátast á ein ella annan hátt, so tú kanst fylgja gongdini og vita, um málið er rokkið.

A – Attainable / Kann uppnáast

Tað uppnáiliga málið er realistisk og kann náast. Málið skal setast við atliti til møguleikar, førleikar og avmarkingar. Um málið er sett ov høgt, er tað skjótt at missa mótið, og er tað sett ov lágt, er eingin orsøk at arbeiða hart fyri at náa tí.

R – Relevant / Viðkomandi

Tað viðkomandi málið samsvarar við tíni endamál og virði. Tað skal hava týdning fyri teg og tíni persónligu mál og ítróttarligu ambitiónir.

T – Time-bound / Tíðaravmarkað

Tað tíðaravmarkaða málið hevur eina freist ella eina tíðarætlan fyri, nær málið skal vera rokkið. Um eingin tíðarfreist er, kann tað gerst ov lætt at útseta.

Skalt tú seta tær nýggj mál í 2026, set tær eitt SMART mál!

Ítróttarsálarfrøði er fyri øll

Ítróttarsálarfrøði er ikki bara fyri elituna ella tey, ið hava trupulleikar við avrikum.

Ítróttarsálarfrøði er fyri ítróttafólk í øllum ítrótti og á øllum stigum. Tað er fyri lið og einstaklingar. Tey, sum nýliga eru byrjað og tey, sum íðka millum heimselituna. Tað er eisini fyri venjarar, leiðslur og foreldur. Eins og tað kann vera fyri teg, sum bert íðkar ella rørir teg viðhvørt 🏃.

Ítróttarsálarfrøðin er ikki avmarkað til tey allarbestu, men kann gagna øllum, sum á ein ella annan hátt fáast við ítrótt ella rørslu.

Kundi tú hugsað tær at vita meira um, hvussu ítróttarsálarfrøðin kann hjálpa tær, tínum liði ella felagi, so kanst tú senda eini boð 📨

Hesi greiða frá mentalvenjingum

(Trýst á myndina, fyri at síggja tekstin)
Mynd A Mynd B
Mynd A Mynd B
Mynd A Mynd B
Mynd A Mynd B
Mynd A Mynd B
Mynd A Mynd B
Mynd A Mynd B
Mynd A Mynd B

 

 

MENTE

 

Nólsoyar pálsgøta 5

FO 700 Klaksvík

Føroyar

 

Email: info@mente.fo

Telefonnummar: +298 27 19 09